Vónirnar hjá liðnum úr Gelchenkirchen, Schalke04 at vinna seg í Champions League-hálvfinaluna eru smáar. Liðið tapti 0-1 á heimavølli á SchalkeArena í Gelchenkirchen, og nú vóna teir, at eitt undur kann henda á Camp Nou-leikvøllinum í Barcelona. Eingin av teimum donsku leikarunum byrjar inni. Peter Løvenkrands er farin til Glasgow fyri at verða um sjúku dóttir sína, og tað er ógvuliga lítið sannlíkt, at Søren Larsen kemur at spæla nakran leiklut í dystinum millum Barcelona og Schalke04. Bæði liðini dragast við skaðar. Lionel Messi, Ronaldinho og Deco eru skaddir hjá Barca, og Heiko Westermann, Christian Pander og Mladen Krstajic eru allir ivasamir hjá Schalke. Barcelona og Schalke mugu sigast at hava heilt hvør sín spælistíl. Barcelona er kent fyri tekniskt spæl á høgum støði, meðan mennirnir hjá Schalke eru arbeiðssamir stríðsmenn, ið leggja nógv fyri. Schalke er tiltikið fyri at orka væl ímóti dystarenda. Barcelona hevur ikki verið ov sannførandi í sponsku liguni, og týskarnir vóna sjálvsagt, at Barca ikki rakar formin í kvøld.










