Arbeiðið við nýggja føroyska sjúkrahotellinum í Keypmannahavn gongur sína gongd.
- Nú er summarfrítíðin upp á sítt hægsta, bæði í Føroyum og Danmark og tað merkir, at tey, ið hava fingist við málið, hava verið í summarferiu, og tí hevur arbeiðið ligið meira ella minni stilt hesa tíðina, sigur John Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
So hóast støðugt verður arbeitt við málinum, dugir landsstýrismaðurin ikki í løtuni at siga, nær málið verður lagt fyri Løgtingið.
- Eg tori ikki at seta nakran dag á enn, sigur John Johannesen í stuttari viðmerking.