Eingin Coop banki í Føroyum

– Vit fáa øgiliga nógvar fyr­i­spurn­ingar um nýggjan banka.

Tað sigur Finn Niel­sen, leiðari í Føroya Keyps­sam­tøku, FK.

Fk er við í stóru hand­ils­ketuni Coop og í kjalar­vørri­num á kakinum um illa umstríddu ómaksgjøldini hjá bank­unum, hava fólk eisini lagt merki til, at nett­upp Coop er eisini farið und­ir eitt bankavirksemi, sum tey siga, eru væl bíl­igari at brúka, enn van­ligu bankarnir, tó at virk­semið heldur ikki er so umfatandi, sum hjá van­lig­um bankum.

Finn Nielsen staðfestir í samrøðu við Rás2 týsdagin, at eisini í Føroyum hevur hetta vakt ans og at tað eru øgiliga nógv, sum hava spurt seg fyri um slíkt banka­virksemi eisini fer at verða tik­ið upp í Føroyum.