Eingin CIA-kanning

Danska stjórnin fer ikki at gera viðmerkingar til tað, sum er komið fram í WikiLeaks-skjølum um flúgvingina hjá CIA-flogførum í donskum loftrúmi. Tað gjørdi Lene Espersen, uttanríkisráðharri, greitt, tá hon í dag kunnaði uttanríkispolitisku nevndina hjá Fólkatinginum um málið.

Ráðharrin sigur, at stjórnin hevur fleiri ferðir sagt amerikonsku stjórnini, at flogfør við fangum skulu ikki flúgva í donskum, føroyskum ella grønlendskum loftrúmi.

-Og amerikanararnir svaraðu hvørja ferð, at tað gjørdu amerikonsk flogfør ikki, sigur Lene Espersen.

Seinni vissaði táverandi amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, donsku stjórnina um, at USA fór at siga dønum frá, um eitt flogfar við fangum skuldi ígjøgnum danskt loftrúm.

Andstøðan í Fólkatinginum hevur kravt eina óhefta kanning av málinum um CIA-flogførini og framferðini hjá stjórnini í málinum.