Faroe Seafood hevur fígging frá íslendska bankanum Kaupting, sum er settur undir umsiting, men higartil er einki broytt í samskiftinum Einki er broytt í viðurskiftinum millum Faroe Seafood og íslendska bankan, Kaupting, sum fíggjar Faroe Seafood. Leiðslan í Faroe Seafood hevur havt samskifti við leiðsluna í Kaupting, eftir at íslendska fíggjareftirlitið tók yvir størsta íslendska bankan.
Richard Mortensen, nevndarformaður í Faroe Seafood, sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at alt gongur enn sum vanligt og higartil eru ongar broytingar hendar.
Kaupting fíggjar Faroe Seafood, og lánini hjá Fiskavirking í íslendska bankanum eru nakað oman fyri 100 milliónir krónur. Eftir avtaluni, sum var gjørd herfyri, er ein partur av lánunum hjá Faroe Seafood fryst niður.