Eingin brúgv við mínum stuðuli

Vinjard Johansen, Løgtingsmaður
-----
Tað verður ikki talan um nakra brúgv yvir um Skála­fjørðin við mínum stuðli!
Tá serfrøðingar bólkurin kom við teirra tilmæli til Eysturoyartunnilin, var til­mælt at gera tunnilin yvir til Strendur, og síðan eina brúgv tvørtur um Skálafjørðin. Hetta er ikki tað tilmæli, ið eg komi at stuðla. Eg haldi at hetta er alt annað enn nøktandi, og er eitt sera nógv litað arbeiði, tá hugsað verður at serfrøðingar bólkurin visti at politiska skipanin hevði valt eina linjuføring sum serfrøðingar bólkurin átti at hildið seg til í teirra kann­ingararbeiði.
Nú er tíðin komin til at seta tunnilin í gongd, og eig­ur hetta at verða gjørt bein­anvegin. Vit vita øll at hend­an verkætlan er ein lønandi íløga, og vil fíggja seg sjálva við teimum brúkarum, ið koma at brúka tunnilin.
Eg haldi, at man hevur brúkt nokk av tíð til at kanna og drála verkætlanina. Man eigur nú at seta verkætlanina ígongd við tí linjuføring, sum løgtingið hevur samtykt og atkvøtt fyri.
Sum tann einasta polit­iska semja sum kann fáast, eftir mínari meting. So eiga vit at stovna eitt alment partafelag, eftir tí leisti vit hava gjørt frammanundan, við Vágatunnilin og Norð­oyatunnilin. Sum kunnu met­ast at vera tvær væl eydn­aðar verk­ætlanir. Síðani kann felagið sjálvt gera tær kann­ingar sum eru eftir at gera.
Eg farið hervið at vísa á, at eg fari bert at góð­kenna tað linjuføring sum Lands­stýrismaðurin í Innlendis­mál­um arbeiddi við. Tað verður ikki talan um eina brúgv við mínum stuðli, sum kemur at forkoma øllum fram­tíðar møguleikum á Skála­fjørðinum. Nei vit eiga nú at standa saman um tann lagda leistin.