Eingin botnfiskur í tangunum

- Tað er eingin trupulleiki við hjáveiði hjá uppsjóvarskipum, sigur stjórin í Vørn, Elmar Højgaard.

Av og á verður róð uppundir, at hjáveiða av botnfiski kann vera uppi í veiðini hjá stóru uppsjóvarskipunum. Um so var, kundi talan skjótt verið um stórar nøgdir, tí uppsjóvarkvoturnar eru so stórar.

 

Vørn ger regluliga kanningar, tá uppsjóvarskip landa, og soleiðis er ikki so sjaldan, at eitt nú Tjaldrið sæst á vánni, har fiskurin verður landaður.

 

Men, Elmar Højgaard, stjóri í Vørn, sigur, at her er einki at koma eftir, tí kanningarnar hjá stovninum vísa, at uppi í veiðini hjá hesum skipum er eingin botnfiskur.

 

- Tað er komið fyri – ja, eg vil siga við fleiri árum ímillum – at skip, sum hava roynt eftir svartkjafti suður ímóti føroyska fiskimarkinum, hava havt smærri nøgdir av upsa.

 

Stjórin í Vørn staðfestir, at íblanding av botnfiski ikki er nakar trupulleiki hjá uppsjóvarskipunum, og tískil eru tað ikki hesi skip, sum eru orsøkin til, at botnfiskaveiðan í føroyskum sjógvi hevur verið svikalig í fleiri ár.

 

- Eina ferð ella tvær ferðir í fleiri ár er tað komið fyri, at lítil íblanding hevur verið av upsa suðuri móti fiskimarkinum, men sum sagt hevur talan bert verið um smáar nøgdir, sigur Elmar Højgaard.