Føroya Sílaveiðufelag hevur sent eitt klaguskriv til Tórshavnar kommunu um ætlanirnar at loyva KOKS at flyta inn í smáttuna Frammi við Gjónna í Leynum.
Yvirfriðingarnevndin hevði bjóðað til ástaðarfund við Leynarvatn, har stjórin í KOKS, Johannes Jensen, greiddi frá, hvussu matstovuvirksemið fór at ávirka økið.
Føroya Sílaveiðufelag var eisini á fundinum, og hevur í kjalarvørrinum av hesum sent eina klagu til Tórshavnar kommunu.
- Vit rinda 40.000 krónur um árið til festarar og ognarar, tí hetta er eitt friðað økið, í klassa A. Tað sum undrar øll, er at somu friðingarmyndugleikar nú brádliga hálsa um, tí KOKS skal hava eina matstovu í dalinum í Leynum, í húsunum hjá Betri, sigur Hans Joensen, formaður í Sílaveiðufelagnum.
Hann óttast, at málið er vorðið politiskt, tí tað er komið honum fyri oyra, at Marin Katrina Frýdal ætlar sær at koyra loyvi ígjøgnum uttan at leggja tað fyri býráðið.
- Tað meta vit er ein unfair leið at ganga og tí hava vit heitt á býráðið um at taka málið upp á býráðsfundi. Tað er tað minsta, tey kunnu gera fyri okkum, sigur hann.
Hann vónar, at býráðið kann traðka í kraft og siga, at hetta fer langt út yvir allar heimildir á økinum og ikki vil vera við í tí longur. So dettur málið burtur, sigur Hans Joensen.
- Johannes Jensen ætlar at hava bát at sigla á vatninum, men eg kann heilsa og siga, at vit hava ein sáttmála við eigararnar og festararnar, at bátur ikki er loyvdur á vatninum, sigur hann.
- Vit eru harðliga ímóti hesum show’inum, sum Johannes Jensen skal hava á sandinum, har sum vit standa og fiska, sigur Hans Joensen.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Hans Joensen hevði við Rás 2.