Teir seinastu dagarnar hava fleiri danskar fyritøkur mælt stjórnini til at koma við einum bankapakka afturat í heyst, men tær sleppa eftir øllum at døma at bíða til fánýtis. Lene Espersen, búskapar- og vinnumálaráðharri, sigur við Børsen í dag, at tær fimm milliardir krónurnar, sum eru í tí nýggja kreditpakkanum hjá stjórnini, loysa teir trupulleikarnar, sum bankapakki II ikki loysti.
-Tí er ikki tørvur á enn einum bankapakka, sigur hon.
Lene Espersen vil tó ikki útiloka, at tað kann gerast neyðugt við enn einum bankapakka, tí taka onnur lond slík stig, má Danmark fylgja við fyri at varðveita kappingarførið.










