Eingin bøn um stig

Sum úrslitini lagaðu seg, so restaði VÍF bara hava eitt stig, fyri at koma í FM-endaspælið. Men í Vági var eingin hugsingur um hetta stigið

Sunset-kappingin

Tað var einki at rafla um, tá VÍF var á vitjan hjá VB. Hóast VB ikki hevur sýnt heilt somu styrkina í ár, sum tær hava sýnt tey bæði undanfarnu árini, so hava tær so ruddiliga havt yvirskotið móti teimum á pappírinum veikaru liðunum í deildini. Og hetta varð aftur staðfest sunnudagin.
At VÍF ikki hevði Ionu Rápa við, nú hon var farin í vetrarfrí, gjørdi sjálvandi hóttanina frá gestunum minni, og fyrstu løtuna tóktist talan eisini skula verða um veruligt sorl.
Eftir eitt time-out kom tó betri skil á hjá gestunum, og munurin vaks ikki longur við somu ferð. Nær námind vertunum komu tær tó ongantíð. Sum dysturin leið, so vistu tær hjá VÍF eisini, at Kyndil akkurát megnaði at skava neyðuga stigið við sær av Skála, og so var eingin bøn. VÍF noyðist saman við StÍF, Søljuni og Tjaldri at spæla um niðurflytingina, meðan Kyndil fer til FM-endaspælið saman við VB, Stjørnuni og Neistanum.

Fakta um dystin
VB-VÍF 36-22 (19-10)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 13(4), Rannvá Augustinussen 8, Laila Jespersen 6, Sára Samuelsen 3, Monica Samuelsen 2, Svava Vestergaard 2, Christina Holm 2
VÍF: Sóley Hórðará 12(4), Jacklin Durhuus 6, Heidi Joensen 1, Linda Johannesen 1, Silja Rógvadóttir 1, Torgunn A. Johansen 1
Brotskøst: VB 4, VÍF 5
Útvísingar: VB 1, VÍF 4
Dómarar: Hallur Danielsen & Petur S. Dahl