Eingin bíðitíð eftir grundstykkjum

Hóast Nes kommuna hevur tøk grundstykki, eru ikki útlit til, at fleiri sethús verða bygd í kommununi í ár. Tó so. Onkur sethús eru í gerð, men talan er ikki um tað stóra talið.

Í sínar kunning til borgararnar í Nes kommunu, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen, at eftirspurningurin eftir grundstykkjum í kommununi var ikki stórur í fjør.

- Í ár verða heldur ikki tey nógvu sethúsini bygd, men vónandi verða nøkur bygd næsta ár.

Borgarstjórin vísir á, at eingin bíðilisti er eftir grundstykkjum í Nes kommunu.

- Hetta viðførir, at grundstykki og byggiloyvi beinanvegin verða játtað teimum, sum eru til reiðar at fara undir at byggja, sigur Símin Johannesen.