Eingin avtala um ókeypis koyring

Tað er onki lyfti nakrastaðni um, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, tá ið teir eru útgoldnir.

Tað sigur Bjarni Djurholm, sum hevur verið landsstýrismaður í vinnumálum og sum sostatt hevur varða av báðum tunlunum og kennir málini væl.

 

- Tað stendur einki í lógini um tað, men í viðmerkingum stendur, at tá ið teir eru goldnir, skal tann byrðan ikki fella á tey, sum koyra.

 

- Tað stendur ongastaðni, at tað ikki skal bera til at taka bummgjald til at reka tunlarnar fyri.

 

- Men tað gjaldið hevði verið so mikið lágt, at tað hevði ikki verið til nakran bága fyri nýtsluna av teimum, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin.

 

Hin møguleikin er, at Landsverk fær eina eykajáttan á 10 milliónir um árið fyri hvønn tunnil at halda teir fyri.

 

Bjarni Djurholm sigur, at hinvegin hevur tað heldur ongantíð ligið í kortunum, at tunlarnir skuldu rinda landinum alt innskotið á góðar 395 milliónir, aftur.

- Tað er tikið úr leysum lofti, sigur hann.