Ísland hevði, eftir áheitan úr ES og Noreg, boðað til samráðingarfundar viðvíkjandi fyrisitingartiltøkum og fiskiskapi eftir norðurhavssild í 2004. Strandarlondini, sum luttaka í hesum samráðingunum, eru umframt Ísland, ES, Føroyar, Noreg og Russland. Fundurin var í Keypmannahavn 16-17. februar 2004.
Tey fimm strandarlondini samdust um fiskiskapin fyri 1997 og hava síðani fram til 2002 gjørt avtalu fyrst um heildarveiðu og síðani býtt kvotuna við sama býtislykli øll árini - bæði millum londini og við at geva lutfalsliga somu atgongd til skip úr øðrum pørtum at fiska í heimasjógvi.
Semjan helt ikki, tá samráðingarnar fyri fiskiskapin í 2003 vórðu tiknar upp í St. Pætursborg í oktober 2002. Noreg noktaði at halda fram við fimmparta-avtaluni, sum hevur verið grundarlagið undir býtinum av norðurhavssild síðani 1997. Noreg kravdi sín part hækkaðan úr 57% upp í 70% grundað á, at norðurhavssildin mest er í, og verður fiskað í norskum sjógvi - íroknað Jan Mayen og Svalbard. Eingin av hinum pørtunum kundu góðtaka norska kravið og hildu fast við fimmparta-avtaluna. Hetta stríðið endaði so við, at partarnir hvør sær á vári 2003 gjørdu avtalu við Noreg um, at hvør parturin hevði fiskimøguleikar samsvarandi upprunaliga býtinum, men at man samstundis lat Noreg ein part av hesum afturímóti, at Noreg gav fulla atgongd fyri restina av kvotuni at kunna verða fiskað í norskum sjógvi.
Føroyar og ES høvdu avtalað, at útgangsstøðið fyri samráðingunum var lutfalsligur niðurskurður í kvotu hjá báðum pørtum fyri økta atgongd. ICES hevur mælt til, at fiskiskapurin verður samsvarandi hesum veiðusetningi, og at veiðan í 2004 ikki fer upp um 825.000 tons.
Føroyska samráðingarnevndin fór eftir at fáa somu avtalu aftur, sum var galdandi í 1997, og um hetta ikki var møguligt so at finna eina eina loysn fyri 2004, har virðið av sínámillum avtalu fór at verða samanborið soleiðis, at Føroyar fáa eins stóran ágóða av avtaluni, sum Noreg fær. Í 3. lagi um eingin strandarlandaavtala fekst, so mugu Føroyar seta sær eina egnu kvotu grundað á semjuna í 1996.
Úrslitið gjørdist, at strandarlondini ikki kundu semjast um eina nýggja strandarlandaavtalu, tí Noreg kravdi 65% av heildarveiðuni í mun til 57% eftir avtalunum frá 1997 - 2002.
Sostatt er eingin sildaavtala enn gjørd fyri 2004.









