Á fundi í London í gjár royndu umboð fyri íslendsku myndugleikarnar at fáa eina tilsøgn frá bretum og niðurlendingum um at endurskoða avtaluna um Icesave-skuldina. Talsmaðurin hjá íslendska fíggjarmálaráðnum, Elías Jón Guðjónsson, sigur við fjølmiðlarnar, at fundurin var gagnligur, men at tað eydnaðist ikki at fáa nakra tilsøgn um nýggjar samráðingar.
Partarnir hava heldur ikki avtalað nýggjan fund. Í Íslandi eru stjórnarsamgongan og andstøðan samd um at royna at fáa bretar og niðurlendingar at samráðast av nýggjum um Icesave-skuldina.










