Eingin avspákan hjá gestunum

Hóast talan undir øllum umstøðum verður um fimta pláss, so siga gestirnir seg ikki vilja lata nakað fyri einki

Upptakt

Hjá vágbingum er setningurin greiður undan seinasta dystinum á árinum. Hóast sigurin á Sevmýri fyri viku síðani, er enn ikki leyst og liðugt í botninum.
Tí eru trý stig tað einasta, sum spælararnir hugsa um, og fyri aðru ferð á rað tykist liðið vera so sterkt, sum tað á nakran hátt ber til. Roknað verður við, at allir teir, sum vóru á Sevmýri, eisini eru tøkir hesaferð, og so er spurningurin, um setningurin eisini verður rokkin hesaferð.
Sjálvir siga vágbingarnir seg ikki ivast. Dysturin skal vinnast, og so er tað líka mikið, hvussu leikur fer aðra staðni kring landið. Og sum so kann seinasta uppgerðin kanska eisini tæna sum ein eyka motivatión hjá liðnum. Í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin fekk VB nevnliga av at vita á Eiði.
Á pappírinum er uppgávan kanska yvirkomulig, nú EB/Streymur ikki hevur stórt meira at spæla fyri í ár. Men fyri tað siga teir á felagsliðnum, at teir vilja enda árið væl og virðiliga.
Í mun til vanligu manningina, verður tað tó eitt nakað skert EB/Streymur, sum fer á vøllin til seinastu uppgávuna á árinum. Sorin Anghel er leikbannaður, og hann fær tí ikki tikið seinasta umfarið av kappingini um gylta skógvin við. Hartil verður Egil á Bø heldur ikki partur av ferðalagnum. Ikki tí at honum bilar nakað, men barnsburður stendur fyri framman, og so verður tað mett heldur vágið at fara til Vágs at spæla fótbólt.
Tað telur tó rætta vegin, at Fróði Clementsen aftur er tøkur eftir skaða, og so er spurningurin bara, hvussu Piotr Krakowski blandar kortini undan seinasta dystinum í ár.