Eingin avgerð um at hækka pensjónsaldurin

– Eg veit ikki, hvaðani hatta kemur, tí vit hava ikki tikið støðu til, um pensjónsaldurin skal hækkast ella ikki.

 

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Hon sigur, at allir møguleikar verða kannaðir, men at einki ítøkiligt stig er tikið til at hækka pensjónsaldurin. Hon vísir á tað, sum løgmaður fyrr hevur sagt, eitt nú á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, at eingin støða er tikin til tað. Og um tað varð gjørt, so skuldi tað vera gjørt á skynsaman hátt.

 

– Allir møguleikar verða kannaðir, men vit eru jú ikki komin á mál, so tí veit eg ikki, hvaðani forsætismálaráðharrin hevur hatta, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Tað er í frágreiðing til Fólkatingið um ríkisfelagsskapin frá 7. apríl, at Lars Løkke Rasmussen, forsætismálráðharri, nevnir, at »landsstyret overvejer at gennemføre en forhøjelse af pensionsalderen i forbindelse med en pensionsreform. Det kan bidrage til at styrke den finanspolitiske holdbarhed«.

 

Eyðgunn Samuelsen er saman við hinum fólkunum í samgonguni í Suðuroy, har tey skulu viðgerða fiskivinnunýskipanaruppskotið. Spurd nær hon kemur í Løgtingið við uppskotinum um pensjónsnýskipan, sigur hon, at hon vónar, at tað kann verða tíðliga í heyst. Hon viðgongur, at fiskivinnunýskipanin fer við so nógvari orku í politisku skipanini í hesi løtu, at stundir ikki verða til pensjónsnýskipanini, fyrr enn hetta málið er avgreitt.