Eingin avgerð um toskin í Grønlandi

Grønlendska heimastýrið hevur framvegis ikki avgjørt, um toskaveiða skal loyvast í ár. Føroyingar og aðrir bíða Hóast ein hálvur mánaður er farin av árinum, er tað framvegis ikki greitt, um eitt nú føroysk skip sleppa at fiska tosk í grønlendskum sjógvi í ár.

John Biilmann, sum er formaður í grønlendska fiskivinnuráðnum, sigur við blaðið Sermitsiaq, at arbeiðsbólkurin, sum viðger spurningin um møguliga toskaveiði, er ikki komin á mál, og tí hevur landsstýrið ikki fingið nakað tilmæli enn. Eitt nú hevur bólkurin ikki tikið støðu til, nær á árinum skip og bátar skulu sleppa at fiska tosk, og nær gýtingarleiðir skulu steingjast.

John Biilmann sigur, at Fiskivinnuráðið fer at mæla til, at toskakvotan í ár verður minst 10.500 tons. Hann sigur, at áhugin er stórur, og at bæði grønlendingar, føroyingar og norðmenn bíða eftir, hvat fer at henda.