Eingin avgerð um leiðsluna

Nýggj fyribilsleiðslan skal setast á Sernámsdeplinum í januar mánaði

Fyri tveimum vikum síðani segði leiðslan á Sernámsdeplinum seg úr starvi.

Marita Petersen hevur verið stjóri og Ása Ellefsen skúlaleiðari.

Tær søgdu orsøkina verða, at landsstýrismaðurin hevði sátt iva um leiðsluna, og at eingi útlit vóru fyri, at viðurskiftini á stovninum vóru fingin upp á pláss innan rímiliga tíð.

Marita Petersen og Ása Ellefsen fara báðar úr starvinum miðskeiðis í januar mánaði.

Tá ætlar landsstýrismaðurin í undirvísingar og mentamálum at seta eina nýggja leiðslu. Men hetta verður bara ein fyribilsleiðsla, tí landsstýrismaðurin ætlar onga endaliga avgerð at taka um Sernámsdepilin fyrr enn nevndin, sum er sett at kanna stovnin, er liðug við sítt arbeiði.

Torbjørn Jacobsen hevur ikki enn avgjørt, hvør skal hava leiðsluna á Sernámsdeplinum, tá núverandi leiðslan fer frá.