Eingin avgerð um Grønland

Tað er framvegis ikki greitt, um Grønland fer at taka undir við einari altjóða veðurlagsavtalu í desember. Í gjár hevði Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, fund við Connie Hedegaard, veðurlagsráðharra um málið.

Aftan á fundin segði Kuupik Kleist, at grønlendska heimastýrið hevur ikki tikið støðu enn. Landsstýrisformaðurin segði, at fundurin hevði verið jaligur og mennandi, og at tey bæði høvdu avtalað at hittast aftur seinni.

Spurdur, um Grønland kannar, hvørjar møguleikar landið hevur, svaraði Kuupik Kleist, at landsstýrið kannar altíð allar møguleikar.