Eingin avgerð í NATO

Tað er framvegis ógreitt, um Anders Fogh Rasmussen verður aðalskrivari í NATO Danska forsætismálaráðið kunngjørdi fyri løtu síðani, at NATO hevur útsett avgerðina um at tilnevna nýggjan aðalskrivara. Samstundis er fráboðað, at Anders Fogh Rasmussen heldur tíðindafund í Strasbourg í Fraklandi beint eftir middag í morgin.

Reuters skrivar, at tað er Turkaland, sum liggur í buktini. Turkiski forsætisráðharrin, Tayyip Erdogan, segði fyrr í dag, at persónliga er hann ímóti, at danski forsætisráðharrin verður NATO-aðalskrivari. Ein orsøk er kreppan um Muhammedstekningarnar.

Politiskir eygleiðarar í Baden-Baden, har NATO hevur hildið toppfund í dag, vænta, at Turkaland fer at taka endaliga støðu til aðalskrivaraskiftið í morgin. Teir ásanna tó, at málið kann draga út til mitt í næstu viku, um illa vil til.