Eingin American Monarch fyribils

Av og á hevur ljóðað, at eitt av heimsins størstu fiskiskipum, American Monarch hjá norska ríkmanninum, Kjeld Inge Røkke, kanska verður ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum

Fiskivinna

Herfyri fingu vit á Sosialinum eitt "preið" um, at eitt av heimsins størstu fiskiskipum, American Monarch, kanska verður ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum.
Hetta ljóðar í fyrstu atløgu eitt sindur óveruligt, men tá ið havt verður í huga, at tað er sami maður, sum stendur aftanfyri risatrolaran, Næraberg, ið eisini stendur aftanfyri "monarkin", er hetta kanska ikki so óhugsandi kortini.

Einki "fyribils"

Í stuttari viðmerking til tíðindini, sigur stjórin hjá JFK-Troli, Hanus Hansen, at eingin "monarkur" kemur higar til lands - fyribils.
Og tá ið stjórin hevur brúkt orðið "fyribils", spyrja vit, um hetta annars er uppá tal.
- Nei, tað veit eg ikki, sigur stjórin og reiðarin og leggur aftrat, at hann veit ikki, um hetta blívur til nakað.

Spælskaða

Tá ið vit høvdu Hanus Hansen í telefonini í gjár, segði hann, at Næraberg enn ikki er komin rættiliga í gongd, síðan skipið herfyri kom aftur úr Noregi.
Í løtuni liggur skipið á Klaksvík við spælskaða.
Skipari á Næraberg er Lion Petersen, sum býr í Klaksvík.