Eingin almennur vøkstur

Dansk Industri mælir til eina nýggja kreppuætlan. Danmark gerst fátækari, um landið ikki setir sær sum mál, at tann almenni geirin ikki skal hava vøkstur fram til 2020. Hetta kemur fram í grein hjá Jyllandspostinum í vikuskiftinum.

- Kreppan er so mikið álvarsom, at tað má handlast nú, ella er Danmark hótt av fátækradømi, ávarar stjórin í Dansk Industri, Karsten Dybvad.

Tað er Vinnuhúsið, sum í hesum føri hevur kagað í danska blaðið.

- Sambært Dansk Industri eru vit ”væl fyri” upp á lánta tíð, tískil kunnu vit ikki taka hesa vælferð fyri givið.

Lagt verður aftrat, at danski forsætisráðharrin Helle Thorning-Schmidt eigur at gera eina ítøkiliga ætlan, sum gerst útgangsstøði fyri allar politiskar ætlanir tey komandi árini.

- Forsætisráðharrin skal tryggja breiða undirtøku fyri ætlanini, soleiðis at andstøðan við Lars Løkke Rasmussen sum leiðara stuðlar eini slíkari ætlan og eisini hevur eitt ynski um at fylgja henni, um nýggj stjórn kemur til.

Vinnuhúsið vísir til Dansk Industri og sigur, at grundarlagið fyri nevndu ætlan skal gerast av eini útreiðslukommisión, har óheftir serfrøðingar skulu gjøgnumganga og meta um tann almenna geiran við nýggjum eygum.

Dansk Industri mælir til, at hesir serfrøðingar skulu koma við tilmælum um, hvat danir kunnu verða fyri uttan, og hvat kann gerast øðrvísi.

Fíggjarmálaráðharrin Bjarni Corydon er ikki klárur til eina langtíðar kreppuætlan, sum Dansk Industri mælir til, men hann fegnast um, at víst verður til eitt breitt samstarv.

- Tey seinastu 10-12 árini hava vit ikki sæð breiðar samstarvsavtalur um búskaparpolitikk. Hetta hava vit tó sæð eftir stjórnarskifti. Vit hava fingið breiðar semjur um skatt, orku og fíggjarlóg. Slíkt skapar álit á okkara búskap og við teimum trimum semjunum fara tey komandi nógvu arini óivað at geva vøkstur og arbeiðspláss, sigur Bjarni Corydon.

Vinnuhúsið sigur, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur somu áskoðan

- Felagið hevur áður víst á, at útreiðslurnar í almenna geiranum í Føroyum eru øktar so mikið nógv tey seinastu árini, at almenni geirin í Føroyum er vorðin ov stórur.

Lagt verður aftrat, at skulu veruligar nýskipanir av almenna geiranum fremjast, er neyðugt at endurskoða alt okkara almenna virksemi.

- Støða má takast til, hvørjar tænastur almennu Føroyar skulu veita. Hvat er neyðugt og rímiligt, og hvat er ikki. Tað, sum ikki er neyðturviligt, má skerast burtur, sigur Vinnuhúsið í dag.