Eingin almennur stovnur eftir í Skopun

Samstundis sum vit søgdu farvæl við farna árið, søgdu skopuningar farvæl við posthúsið í bygdini. Ein partur av virkseminum er nú flutt til Búrhandilin í Skopun.

Hetta kemur sjálvandi at merkjast eitt sindur fyri tey, sum dagliga hava brúkt posthúsið í bygdini.

Men sambært Sandoyarportalinum er hetta bert ein liður í eini gongd, sum so líðandi hevur tikið burtur tann eina almenna stovnin fyri og annan eftir.

- Tað byrjaði, tá ið táverandi Føroya Sparikassi og síðani Føroya Banki fóru av bygdini. Nakað aftaná hvarv Toll- & Skattstovan, og nú fór so Posthúsið, skrivar Sandoyarportalurin..

Lagt verður aftrat, at hetta kemur einum lítlum samfelagi sum tí í Skopun sera illani við.

- Bygdin verður tømd fyri almennar stovnar, nú arbeiðsplássini blíva burtur samstundis, verður sagt.