Tað er komið illa við hjá týska Airbus, at Emirates nú hevur ógildað ein ordra upp á 10 A340 fløgfør frá Airbus. Airbus hevur havt trupulleikar við seinkingum í framleiðsluni, men stjórin fyri Emirates sigur, at hetta hevur einki við teirra avgerð at gera. Vit hava staðfest, at kostnaðurin av at reka fløgførini hevur verið óvanliga stórur, og tí hava vit ístaðin gjørt av at keypa 10 flogfør frá Boeing.
Emirates er væntandi størsti keyparin av risa stóru A380 fløgførunum hjá Airbus, og tí verður roknað við, at keypið av hesum nú eisini er í vanda. Og tað vil vera nærum ein vanlukka hjá Airbus.










