Eingin ætlan at bjóða somu útbúgvin í føroyskum sum annaðmál

– Tað er eingin ítøkilig ætlan í løtuni at seta somu útbúgving í gongd aftur, sum hevur verið gjøgnumførd.

Tað er Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum ein grein 52a fyrispurining, har hon ítøkiliga spyr um, hvør ætlanir eru um at útbúgva fólk at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Spurningur hennara er soljóðandi:

1. Er ætlanin at seta útbúgving í gongd aftur at útbúgva fólk til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál?

2. Um ja, hvussu verður útbúgvingin skipað, og nær væntast hon at byrja?

– Tað er eingin ítøkilig ætlan í løtuni at seta somu útbúgving í gongd aftur, sum hevur verið gjøgnumførd.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúvingarmálum.

Hann sigur í svarinum til Honnu jensen, at sæmbært Undirvísingarstýrinum er kostnaðurin fyri 28 lesandi, um hildið verður fram við sama leisti sum seinast, umleið 8. mió. íroknað lestrargjald og niðurskurð fyri lærarar, ið taka útbúgvingina.

– Um útbúgvingin skal fremjast í sama líki, so er neyðugt, at hetta verður uppraðfest fíggjarliga.

– Hetta kundi verið liður í nýggju integratiónslógini, sum verður fyrireikað, sigur hann.

Námsvísindadeildin arbeiðir við einum nýggjum leisti at skipa eftirútbúgvingar til lærarar í fólkaskúla og á miðnámi. Sambært hesum leistinum verða hesar útbúgvingar skipaðar við ávísum kravdum skeiðum og valskeiðum. Í hesum sambandi verður ætlandi eitt skeið í føroyskum sum annaðmál á 7,5 ECTS boðið út á heysti 2025 og eitt afturat í føroyskum sum annaðmál á 7,5 ECTS á vári 2026, sigur hann.

– Í fyrstu syftu er hetta ikki ein beinleiðis eftirútbúgving í føroyskum sum annaðmál, men skeið, sum kunnu ganga inn í fleiri útbúgvingar og eftirútbúgvingar. Tó er ætlanin, at ein eftirútbúgving komandi árini verður í føroyskum sum annaðmál, har omanfyri nevndu skeið innganga, sigur landsstýrismaðurin.

Í svarinum til seinna spurningin sigur hann, at sum nevnt er eingin ítøkilig ætlan í løtuni at bjóða somu útbúgving út aftur.

– Men arbeitt verður við eini nýggjari eftirútbúgvingarskipan, har eftirútbúgvingarskeið í føroyskum sum annaðmál kemur at verða ein týðandi partur. 

– Nevnast kann eisini, at júst nú verður lýst við einum adjunkt- ella lektarastarvi í føroyskum sum annaðmál á Føroyamálsdeildini, har viðkomandi kann vænta at arbeiða og undirvísa tvørtur um deildir, eitt nú á Námsvísindadeildini, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum í svarinum til Honnu jensen, tingkvinnu.