Landsliðsvenjarin Morten Olsen hevur úttikið fleiri spælarar úr donsku kappingini, og millum annað eigur Brøndby fýra landsliðsspælarar, men eingin úr AaB verður mettur nóg góður til landsliðið.
- Eg undrist storliga, at landsliðsvenjarin framhaldandi sær burtur frá AaB-spælarum. Hann tekur í øllum førum spælarar av Sælandi fram um okkara, sigur ítróttarstjórin Lynge Jakobsen, sum heldur, at AaB hevur fýra landsliðskandidatar á sínum liði.










