Eivind Jacobsen førir fram, at hondbóltsfeløgini á aðalfundinum í fjør samtyktu at víðka um kvinnukappingina, soleiðis at hon nú telur átta lið. Sosialurin hevur fingið fatur á fundarfrásøgnini frá aðalfundinum, og har stendur einki nevnt um hesa samtykt.
Trý innkomin mál á skránni
Á aðalfundinum, sum var í hølunum hjá HSF í Tórshavn t. 29 mai í fjør, vóru umboð fyri øll liðini uttan H71 møtt. Á skránni fyri aðalfundin vóru eitt nú trý innkomin mál.
Fyrsta innkomna málið var um nýggjar viðtøkur fyri HSF, sum í høvuðsheitinum skuldu tryggja, at uppgávubýtið millum ymsu nevndirnar í HSF gjørdust greiðari frameftir. Hetta uppskot var einmælt samtykt.
Síðani hevði Tjaldur lagt eitt uppskot fyri aðalfundin um eina avgerð, sum var tikin á eykaaðalfundi árið fyri, og sum ósemja hevði verið um. Eftir at aðalfundin hevur kjakast um evnið, valdi Tjaldur at taka uppskotið aftur.
Seinasta uppskotið var um kappingarreglur fyri hondbólt, og í hesum uppskotinum stendur einki um, at kvinnukappingin skuldi hækkast upp í átta lið.
Við øðrum orðum er einki nevnt í aðalfundarfrásøgnini um Sunset-kappingina hjá kvinnum, og tí kann tað ikki verða rætt, sum formaðurin í HSF førir fram.
Tað stendur heldur ikki nakrastaðnis, at kjakast hevur verið um kvinnukappingina, og talan er hóast alt um eina aðalfundarfrásøgn, sum fundarstjórin, ið er løgfrøðingur, hevur skrivað, og sum starvsnevndin í HSF við Eivind Jacobsen sum ovasta myndugleika hevur góðtikið.