Eingi ultimativ krøv

- Vit seta eingi ultimativ krøv. Løgmanssessurin eigur at kunna loysast, tí samgonguskjalið er so gott, at vit eiga at finna út av tí, sigur Kaj Leo Johannesen - Løgmanssessurin hevur sjálvandi stóran týdning, og tað er heilt náttúrligt, at allir flokkarnir ynskja hann. Men vit seta eingi ultimativ krøv, tað kemur alt ann upp á, hvørji málsøki vit annars fáa, sigur Kaj Leo Johannesen, formaður í Sambandsflokkinum.

Hann hevur annars einki boð upp á, hvussu leingi hesar samráðingarnar um málsbýtið fer at taka aftrat.

- Vit hava mýkt støðuna í nátt, og eg væntaði ongantíð, at talan bara fók at verða um tímar at fáa allr lutir upp á pláss, sigur Kaj Leo Johannesen.

Tað er fyrst og fremst talið av málsøkjum, teir hava samráðst um í nátt, og teir eru sostatt ikki komnir til at býta málsøkini og tískil heldur ikki komnir nærri at seta nøvn á nýggj landsstýrisfólk.

Men Kaj Leo Johannesen avsannar, at tað skal hava staðið hart móti hørðum millum hann sjálvan og formannin í Fólkaflokkinum um løgmanssessin, og at tað skuldi verið orsøkin til, at flokkarnir fóru hvør til sín í morgun.

- Sum eg nevndi, so seta vit eingi ófrávíkilig krøv. Alt veldst um, hvørji málsøkið vit kunnu fáa, og sum sagt er samgonguskjalið so mikið gott, at vit eiga at finna út av málsøkjabýtinum, sigur Kaj Leo Johannesen nú hálvan tíma undan, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur í løgtingshúsinum.