Eingi tilboð til børn og ung í Føroyum

Føroyskir ungdómar fara fyri páskir

á modellkapping í New York. Íslendski venjari teirra heldur annars, at alt ov fáa tilboð eru til børn og ung í Føroyum.

Jan Müller


Tann 20. apríl fara 14 føroyskar gentur og ein drongur til amerikanska stórbýin New York at luttaka í eini stórari altjóða talent- og modellkapping. Teir 15 føroyingarnir hava í eina tíð vant til stóra framsýningartiltakið. Tað er íslendska kvinnan Kolbrún Aðalsteinsdóttir frá Icelandic Models, sum hevur tikið stig til føroysku luttøkuna í umrøddu kapping. Hon verður hildin eina ferð um árið - um páskini - við luttøku av børnum og ungdómum úr allari verðini, her serstakliga Europa og Australia. Føroysku luttakararnir ferðast saman við teimum íslendsku, ið eru umleið 50 í tali. Við vera so eisini eini fimm til sjey lærarar og fimm foreldur. Í kappingini skulu luttakararnir royna seg á fleiri økjum, eitt nú vísa seg sum modell í serstøkum klæðum, tey skulu lesa upp og spæla leiklutir osfr. Ein professionellur amerikanskur sjónleikari verður við til tiltakið at meta um nýggju talentini og modellini.

Icelanic Models er eitt felag í Íslandi, sum m.a. leggur seg eftir at finna og hjálpa børnum og ungum, sum vilja royna seg í modellverðini. Tað setir stór krøv til luttakarnar at vera við, eitt nú hørð venjing, sum fer fram í hølunum hjá Yndi og Yviri við Strond í Havn.

Íslendska Kolbrún ella Kolla, sum hon vanliga verður nevnd, heldur sjálv, at hetta er eitt einastandandi høvi hjá føroyskum børnum og ungdómum at vísa seg fram. Bara tað at vera við fær mong at kenna seg sum vinnarar. Hon heldur tað hevur stóran týdning, at ein slíkur møguleiki, ja avbjóðing stendur teimum ungu í boði, og her eisini børnum og ungum í Føroyum. Kolla hevur júst verið í Føroyum og vant føroyska liðið. Hon kom til Føroya fyri sjey mánaðum síðani, og heldur hon, at føroysku luttakararnir í venjingunum hava tikið seg ómetaliga nógv fram.


Kvalitetur

Sjálv heldur Kolla, at tað er nógvur kvalitetur at finna millum tey ungu í Føroyum, og tað er sjálvandi eisini tí, at hon er her. Onkrar av gentunum hava longu luttikið í kappingum í Reykjavík og í London. Tvær gentur vórðu herfyri við á eini framsýning í Íslandi, har tey sluppu at royna seg saman við ungum úr Íslandi. Kolla umhugsar eisini at skipa fyri eini klædnaframsýning í Føroyum, so føroysk ung kunnu gera annað enn at drekka og bara ganga fyri vág og vind, sum hon málber seg.

Hon vil fegin sleppa at gera okkurt fyri børnini og tey ungu í Føroyum, sum hon sjálv heldur í dag púra eru slept uppá fjall. Eingin hugsar um at geva teimum nakrar umstøður. Hon vísir á, at tað verður gjørt nógv meira fyri børn og ung í t.d. Danmark og Íslandi, har tú hevur sokallað ?Youth Stations?. Í Føroyum er rætt og slætt einki fyri hesi ungu, og tað er Kolla sera bilsin av, tá hugsað verður um kvalitetin, tvs. dygdina og virði í teimum ungu, sum finnast her. -Tit føroyingar vita ikki, hvussu nógvan kvalitet tit eiga í hesum ungu.


Kunna um skaðan av drekking og royking

Í Íslandi verður nógv gjørt burtur úr teimum ungu sigur Kolla og vísir á, at modellkappingar ol. fáa sítt besta viðmæli frá høgtstandandi fólkum í bæði undirvísingar- og heilsuverkinum. Hon vísir í hesum sambandi á tey tiltøk, sum verða gjørd fyri at kunna um misbrúk bæði í sambandi við royking og drekking. Kolla sigur seg vera sera vónsviknan av ikki at hava fingið stuðul til tiltøkini tey skipa fyri her í Føroyum. Hon var m.a. hjá borgarstjóranum í Havn, men har varð eingin áhugi sigur hon. Síðani tá hevur hon verið hjá onkrum oljusamtaki fyri at vita, um áhugi er fyri at stuðla.


Góður filmur

Tá vit spyrja Kollu, hvat foreldur skulu hugsa, eftir at hava sæð filmin í sjónvarpinum herfyri um børn, sum verða misbrúkt í modelverðini sigur hon, at hetta hevur sjálvandi einki at gera við tað arbeiðið hon tekst við.

Hon hevur sæð filmin um modellbørnini hjá Elite, sum vórðu misbrúkt av nøkrum av oddamonnunum. -Hetta eru perversir menn, og eg eri sera fegin um, at teir eru koyrdir út í myrkrið.

Tað er gott, at hetta programmið er gjørt, soleiðis at foreldur vita, hvat fyrigongur í pørtum av hesi verðini men Kolla leggur tó dent á, at hetta hevur einki at gera við tær kappingar, sum tey skipa fyri. Men tað er sera gott, at alt hetta er komið fram.

Teir føroysku luttakarnir, sum um stutta tíð fara til New York at luttaka í kapping har, skulu gjalda allar útreiðslurnar sjálvi. Kolla heldur tað ikki vera órímuligt og spyr, hvussu mong foreldur og ung ikki brúka pengar til at ferðast til Gran Canaria ol. -Hví tá ikki eisini loyva teimum ungu at royna seg sjálvi í slíkum kappingum.

Kolla ætlar sær ikki at sleppa Føroyum. Hon er sera spent um, hvussu fer at gangast føroysku luttakarunum í New York í apríl, men hon kemur so aftur til Føroya í mai at finna nýggj børn og ung til komandi venjingar. Øll kunnu vera við í aldrinum millum 13 og 24 ár.