Meistarakapping
»Leeds er helst tað veikasta av teimum liðum, sum eru eftir í kappingini« Soleiðis málbar spanski miðvallarin hjá Deportivo la Coruna, Victor, seg, tá hann skuldi gera viðmerkingar til møguleikarnir hjá sponsku meistarunum at spæla seg fram til hálvfinalurnar í sonevndu Champions League kappingini.
Nú er tó líkt til, at miðvallarmaðurin noyðist at svølgja einar tveir stórar kamelar, tí mett eftir fyrru fjórðingsfinalunum, er Leeds so avgjørt ikki veikasta liðið í kappingini, heldur øvugt.
Yorkshire felagið var nevnliga hitt einasta, sum megnaði at vinna við fleiri málum í fjórðingsfinaluni, og eftir trygga 3-0 sigurin á Ellan Road tykjast teir nú vera einasta liðið, sum mest sum hevur tryggjað sær atgongd til hálvfinaluna.
Hóast talan sjálvandi var um eitt stórt liðavrik, so skaraði verjuleikarin, Ian Harte, tó fram um viðleikarar sínar. Fyrst legði hann við beinleiðis frísparki lið sítt á odda, og síðani átta hann næst seinast fótin á málunum hjá Alan Smith og Rio Ferdinand. Hesin seinni hevði annars ikki skorað mál í meira enn fýra ár, og tí var fagnaðurin sjálvandi ovur stórur, tá hann við triðja málinum at kalla tryggjaði Leeds sessin í hálvfinaluni.
Javnt í hinum
Annars vórðu hinar tríggjar fjórðingsfinalurnar trý góð dømi um, at tá komið er somikið langt í kappingini, er einki sum eitur løtt mótstøðulið.
Týskvøldið noyddist Real Madrid at ásanna hetta, tá teir hálvgum tóku sær av løttum, efitr at hava lagt seg á odda 2-0 móti Galatasary, men við trimum málum í seinna hálvleiki eydnaðust turkunum at venda dystin, soleiðis at alt nú er púrasta opið undan seinnu hálvfinaluni.
Á Old Trafford í Manchester eydnaðist endiliga Bayern München at fáa hevnd fyri finalutapið móti Manchester United fyri tveimum árum síðani, tá Sergio skeyt einasta málið í dystinum teirra millum. Talan var annars um ein fult uppibornar útisigur til týska liðið, sum sostatt stendur við betru kortunum undan seinna dystinum. Manchester hava tó áður sýnt, at teir ikki gevast fyrr enn seinasta bríkslið hevur ljóðað, og ivaleyst eru týskararnir fult greiðir um hetta, soleiðis at teir ikki taka sær av løttum í München.
Seinasta fjórðingsfinalan stendur millum enska Arsenal og Spanska Valencia, og her eydnaðist onglendingum at vinna 2-1 á heimavølli. Støðan í hálvleikinum var annars 1-0 til gestirnar, eftir at Ayala hevði heilfluktað ein bólt upp undir nettakið stutt fyri hálvleik. Við tveimum málum innan tríggjar minuttir eydnaðist tó Arsenal at snara øllum á, soleðis at teir nú standa seg við javnleiki í seinna dystinum. Um hetta fer at eydnast, er so ein onnur søga, sum ikki verður greidd fyrr enn um tvær vikur.
Úrslitini og málskjúttarnir í fyrru hálvfinalunum vóru annars hesi:
Týsdagin, 3. apríl
Manchester United-Bayern München 0-1 (0-0)
0-1: Sergio 86.
Galatasary-Real Madrid 3-2 (0-2)
0-1: Helguera 33.
0-2: Makalele 43.
1-2: Umit Davala 47 (br.)
2-2: Hasan 66.
3-2: Jardel 75.
Mikudagin, 4. apríl
Leeds United-Deportivo la Coruna 3-0 (1-0)
1-0: Harte 27.
2-0: Smith 51.
3-0: Ferdinand 66.
Arsenal-Valencia 2-1 (0-1)
0-1: Ayala 41.
1-1: Henry 58.
2-1: Parlour 60.









