Eingi krøv til førleikar

Øll eru vælkomin til heilsufótbólt, sigur Liljan av Fløtum Petersen, sum samskipar Heilsufótbóltátakið fyri FSF.

Nýggja átakið hjá Fótbóltssambandinum, sum kallast Heilsufótbóltur, hevur fingið so mikið góða undirtøku kring landið, at næstan 700 fólk longu eru við í teimum 14 feløgunum, har tað ber til at spæla Heilsufótbólt.

 

Tað gongur út uppá at spæla dyst uppá tvey mál, og roynt verður at hava seks ella sjey spælarar á hvørjum liði, og annars ræður bara um at hava tað stuttligt.

 

Liljan av Fløtum Petersen, ið saman við Halltóru Joensen samskipar átakið, greiddi Rás 2 soleiðis frá, hvat Heilsufótbóltur er fyri nakað.

 

Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna.

 

Hon leggur aftrat, at eru tað feløg, sum hava hug til at vera við og bjóða fólki til Heilsufótbólt, er bara at seta seg í samband við Fótbóltssambandið ella tær báðar, ið samskipa átakið.