Eingi ensk jól uttan Plum Pudding

Eins og dunna, gás og rís a la mande er fastur partur av jólunum hjá teimum flestu um okkara leiðir, eru eingi røtt ensk jól uttan Christmas Pudding, enska jólakøku.

Jólakøkan hevur sín uppruna í 14. øld, og er eisini broytt nakað gjøgnum árini.

Yvirhøvur verður jólakakan gjørd við eggi, ymiskum kryddi, turkaðari frukt, mjøl og ríkiligt av brennivíni. Summi vilja vera við, at í kakuni skal vera ein góður pegil av cognac ella romm.

Jólakøkan eitur á enskum eisini Plum Pudding - blommubudingur - so eru vanliga ongar blommur í. Orðið "plum" sipaði fyrr til rosinur, og tí er tað rosinur - og ikki blommur - ið leggja navn til jólakøkuna.

Eins og vit koyra eina heila mandlu í ris a la mande, er siður at leggja eina mynt í jólakakuna, ið skal boða frá góðari eydnu til tann, ið fær myntina.

Skal jólakøkan serverast eftir røttum enskum manér, er eisini neyðugt at flambera hana við cognac, tá hon verður sett á borðið.

<iframe width="853" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/3XOKmaElzqw" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>