Einfaldur sigur

Toftamenn løgdu seg djúpt, so KÍ ikki fekk yvirspælt teir við longum bóltum, og so vóru gestirnir bæði kvikir og neyvir í kontraálopunum

Fótbóltur

Tað lá líkasum ikki í kortunum, at B68 skuldi fáa nakað við sær úr Klaksvík sunnudagin. Við seks tapum á rað í skjáttuni, var útgangsstøðið hjá gestunum alt annað enn gott. Og við 7-1 sigrinum hjá KÍ í Vági fyri viku síðani tóktust vertirnir vera komnir seg væl og virðiliga yvir norðoyastevnutapið.

Einføld uppskrift
Hagtøl verða tó ongantíð meira enn hagtøl, og toftamenn vildu fyrst sleppa at royna seg, áðrenn teir góvu skarvin yvir.
Uppskriftin var greið. B68 vildi ikki lata seg yvirspæla av mongu longu bóltunum, sum KÍ sendi niðan móti Ova Nysted og Paul Clapson, og tí løgdu teir seg hampuliga djúpt, so lítið og einki rúm var at renna í hjá KÍarunum.
Grundleggjandi fortreytin, tá spælt verður við longum bóltum, er, at trýst fæst á verjuna. Og allar helst soleiðis, at verjuspælarar verða noyddir at renna heimeftir í verjustøðu.
Hesum fingu toftamenn tó forða, og tá teir vóru raskir at vinna næstu-bóltarnar, megnaðu teir eisini í nógv størri mun at mynda spælið.

Vandamikil áleypari
Fleiri ferðir gjørdist talan eisini um vandastøður, og í nýggja gambiska áleyparanum, Kamal, tykist B68 hava funnið ein spælara, sum kann gerast heilt nógv verdur í stríðnum at vinna seg úr botninum.
Tvær ferðir fyri steðgin var hann maðurin, sum sendi bóltin í KÍ-meskarnar, og so gjørdist talan av álvara um mótbrekku hjá KÍ.
Álopsbogin varð spentur og trýstið á b68 øktist. Ein vón tóktist eisini at tendrast, tá Høgni Madsen minkaði um munin, men longu í næsta álopinum gekk galið, tá Súni Fríði Barbá staðfesti sigurin.
Og sigurin var altso als ikki so óuppiborin. Við at spæla skilabetri og við at leggja meira í avrikið hjá hvørjum einstøkum spælara, prógvaðu teir, at hugburðurin altíð skal vera við. Eisini tá toppur og botnur hittast.
Tann setningin høvdu klaksvíkingar gloymt eftir velduga sigurin seinasta vikuskifti, men kanska ein rennitúrur niðan á Klakk kann fáa minnið hjá spælarunum í rættlag aftur&