Einfaldir spurningar

Oddagrein

 

Mest einfalda slagið av kommunikatión, er tað slagið man m.a. kann brúka í marknaðarføring. Man ger heimin svart hvítan ? rætt og rangt. Tey, ið brúka undursápuna og so øll hini, ið fylgjandi lukta, eru ómodernað, ella hvat man nú roynir at billa fólki inn við handilslýsingum. Kóka heimin niður til nakrar einfaldar spurningar, ið ikki kunnu svarast einfalt, uttan við undurmedisininum, ið man nú einaferð roynir at kroysta niður um oyruni á fólki, so selir man vøruna. Í førinum hjá varaløgmanni er tað undurloysnin, ið klárar alt líka frá krígskunning til bispasetanir, nevniliga fullveldi.


Tíbetur er politiski keyparin ikki so lættur at lumpa, og er hetta staðfest í seinastu veljarakanningunum. Ikki eigur at bera til hjá varaløgmanni, eftir at hava brúkt trý ár til at problematisera onkra umseting, skrivað ST brøv og móttikið prístalsreguleraðan blokk, at kóka alt niður í níggju lættisoppaspurningar. Eitt lættkeypt svar til teir níggju lættkeyptu spurningarnar, við undantak av ósakligu pástandunum um undirgrund og umsetingina av »tjóð«, vildi verið: »tí vit føroyingar av praktiskum og søguligum orsøkum ynskja tað í løtuni, men sjálvsagt kunnu broyta meining nær tað skal vera«.


Nú er tað sjálvsagt eitt nógv størri og betur funderað orðaskifti, vit hava tørv á, men lat okkum eina løtu føra politiskan polimik eins og varaløgmaður.


Hví blíva fullveldismenn við at undirminerað vunnin rættindi, við støðugt at føra fram, at danir hava nakað at siga viðvíkjandi undirgrundini?


Hví seta fullveldismenn ikki ryssuna fyri vognin heldur enn øvugt, og loysa áðrenn man vil rópa seg natión í ST høpi?


Hví bjóða tjóðveldismenn seg fram at sita í Føroya Løgtingi og landsstýri, um teir meina at danskir myndugleikar ráða í Føroyum?


Hví vil man móttaka pengar frá danska statinum og ikki minst, hví hevur man viljað tað tey seinastu nógvu árini, tá hesir pengar nú einaferð bert eru til skaða og fortreð?


Allir oman fyri standandi spurningar kunnu kókast niður til, hví tjóðveldismenn ikki bara loysa, heldur enn at royna at uppfinna grundir til at danir skulu nokta okkum tað. Danir fara ongantíð at forða fyri einari føroyskari loysing. At man ikki fær 15 milliardir við sær, tá man fer, kann neyvan kallast ein fótongul av teimum heilt stóru. Vilja menn loysa, og seta Havnina á verðinskortið við sama status sum Funafuti, ið er høvuðsstaðurin á Tuvalu, ið fullveldislandsstýrið slerdi stórt upp á skattafíggjaðari heimasíðu um land nummar 189 í ST, so er bara at gera tað. Tjóðveldismenn mugu gevast við at yvirbevísa seg sjálvan og sínar veljarar um, at tað er nakar annar enn føroyingar sjálvir, sum avgera, um vit skulu loysa ella ikki.