Nógv arbeiðspláss hava okkurt slag av vaktarskipan. Fyri at halda skil á vaktunum er vanligt bara at hava eina talvu, har tað stendur á, hvør hevur vakt og nær.
Men tað kann gerast snildari.
Peter Gram, sum umframt at hava útbúgving sum offiserur úr herinum lisið til grannskoðara og fyriskipan og datamatikk á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn.
Tað var hansara bakgrund fyri at seta seg at biksast vi at gera eina ráðleggingarskipan á netinum.
Hann byrjaði so smátt í 2007 at gera nakrar royndir, men tað gekk einki serligt, og hann væntaði seg noyðast at bíða, til hann í 2019 fór frá við eftirløn.
Arbeiddi í Irak
- Men so hendi tað, at í 2008 varð eg sendur til Bagdad sum hermaður, og eg visti, at har fekk eg at fáa nógva frítíð. Eg tók tí tilfarið við mær, og so skjótt sum eg hevði innrættað meg, fór eg í gongd og arbeiddi við ætlan míni hvønn dag, sigur Peter Gram.
Hann var eitt hálvt ár í Irak, og 14 dagar fyri at hann skuldi heim, var hann komin á mál, var ætlanin fullførd.
Peter Gram gjørdi ráðleggingarskipanina saman við beiggja sínum í Danmark, og teir fóru til eitt lýsingavirki, sum fekk uppgávuna at seta ætlanina smart upp. Hetta lýsingavirki mælti teimum eisini til at finna ein málbólk til ætlanina.
Beiggjarnir hildu, at hetta júst fór at vera nakað fyri barnagarðar og vøggustvur, og teir vildu tí hava onkran barnagarð at royna skipanina.
- Men tað bar als ikki til. Skipanin hóskaði ikki til teirra hugburð, sigur Peter Gram.
Álit á starvsfólki
Hugskotið aftan fyri skipanina, sum á føroyskum eitur Vaktir.fo er, at ráðleggingarætlanin liggur á netinum, og at øll starvsfólk á arbeiðsplássinum kunnu fara inn á hana. Á skipanini sær, nær hvør hevur vakt, um fólk vantar til vaktir o.a.
Starvsfólkini kunnu ikki av sínum eintingum fara inn í skipanina at gera broytingar, men tey kunnu á skipanini boða frá, at tey ikki eru tøk til eina vakt, og ein annar kann fara inn og taka ta tá leysu vaktina. Eisini kunnu tey boða frá feriu og øðrum. Sjálvt um tgey ikki kunnu gera annað við eina vakt enn at seta hana sum tøka, kunnu tey seta feriu og annað á.
- Mín áskoðan er, at tað loysir seg hjá einum arbeiðsgevara at hava álit á sínum starvsfólki, at leggja uppgávur út til starvsfólkini at hava ábyrgd av, sigur Peter Gram.
Við hesi skipanini er ongantíð ivi um, hvør hevur vakt. Ta ber ikki til at misskilja nakað.
? Tað er eingin orsøk til at ræðast misbrúk, tí tað kann altíð eftirkannast, um nakar hevur pilkað við. Hinvegin eru mínar royndir, at starvsfólk ikki gera slíkt, sigur Peter Gram.
Hvør munur er á tykkara skipan og øðrum?
? Tað finnast nógvar ymniskar skipanir á netinum, og tær eru ofta gjørdar til eina ávísa vinnu ella eitt ávíst slag av arbeiði. Tær eru kostnaðarmiklar, og útbúgving krevst fyri at brúka tær. Okkara skipan kann brúkast allastaðni, hon kostar ikki nógv og er løtt at læra at brúka, og møguleikarnir eru nógvir.
Nógvir møguleikar
Fleiri sløkkiliðsstøðir í Danmakar hava keypt skipanina, og tað hava eisini fleiri falck-støðir. Beint nú eru teir í samráðingum við Falck. [um at gerast “eneleverandør til dem”]
Onkur byggifyritøka í Danmark hevur somuleiðis keypt skipanina. Henda fyritøkan brúkar ikki skipanina sum eina vaktarskipan men fyri at halda skil á, hvar í landinum teirra kostnaðarmiklu maskinur eru, nær tær verða tøkar o.a.
Ein flutningsfyritøka brúkar skipanina til at hava stýring á, hvørji gistingarhúskømur teirra eru leys í ymsum býum í Evropa, eitt bilverkstað brúkar skipanina sum yvirlit yvir uppgávur hjá starvsfólkum, og tað sama ger ein málarafyritøka.
Færøernes Kommando brúkar eisini skipanina fyri at síggja, hvørji kømur i býnum eru upptikin og hvørji ikki.
Í Føroyum er eisini áhugi fyri skipanini. Hotel Føroyar, flogvøllurin og Fiskiveiðieftirlitið brúka hana.
Skipanin finst á donskum og føroyskum, og verður nú týdd til týskt, og ætlanin er eisini at gera eina fullfíggjaða útgáva á føroyskum. Hugsanin hjá Peter Gram er at fáa ein skúlaflokk, eitt nú á Handilsskúlanum, til at týða til føroyskt.
Skipanin kann eisni senda SMS boð ,og her er gjørd ein samstarvsavtala millum Vaktir.fo og føroyska felagið GlobiSMS, soleiðis at tað kann brúkast av kontunum hjá hvør øðrum.