Danskur fólktatingslimur úr Eindarlistanum vil hava at vita, hvørji mál Føroyar hava sett sær fyri at minka CO-2 útlátið Tað er prógvað, at veðurlagspolitikkur og royndirnar at minka um CO-2 útlátið hava stóran týdning. Veðurlagspolitikkurin stendur ovarlaga á teirri globalu dagsskránni, og verður raðfest sera høgt í norðurlondum.
Hetta skrivar danski fólkatingslimurin, Line Barfod, úr Eindarlistanum, og biður í hesum viðfangi landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Helenu Dam á Neystabø, upplýsa um hesar tríggjar spurningarnar:
1. Vilja Føroyar hava undantakið tikið av, og verða umfataðar av Kyoto-frumskjalinum?
2. Hvørji mál hava Føroyar sett sær fyri minking í CO-2 útlátinum?
3. Hvat fara Føroyar annars at gera á veðurlagsøkinum?
Line Barfod vísir á, at Norðurlond hava tikið undir við Kyoto-frumskjalinum um at minka um CO-2 útlátið. Norðurlond samstarva nú um at tryggja, at verðurlagsráðstevnan hjá ST, sum verður í Keypmannahavn í 2009, fer at geva ítøkilig, verðurlagspolitisk úrslit.
?Tá Danmark tók undir við Kyoto-frumskjalinum var tað við tí undantaki, at Føroyar ikki vóru við. Føroya Løgting gjørdi í 2007 av, at hetta undantak skuldi takast av. Hendan áheitan bleiv kortini ikki fylgd av landsstýrinum, men tikin aftur?, skrivar Line Barfod til føroysku landsstýriskvinnuna.