Eindargjaldið: Ikki ráð til avloysarar

Á Sankta Josefs Barnagarði eru tey glað fyri eindargjaldið, í øllum førum higartil. Einasti trupulleikin er, at ráð er ikki avloysarar

Eindargjald: ? Eindargjaldið riggar fínt, og vit eru glað fyri tað, sigur Louisa Smetz, leiðari á Sankta Josefs Barnagarði.
Barnagarðarnir fáa nú eina fíggjarveitan fyri hvørt árið. Tað, sum ikki verður brúkt verður flutt yvir til næsta ár. Hetta vil siga, at um peningur loypur av, so fellur hann ikki aftur til kommununa, men til barnagarðin sjálvan, og fíggjarveitanin árið eftir minkar tó heldur ikki tilsvarandi.
Sankta Josefs Barnagarður er elsti barnagarður í kommununi, og siga tey seg klára seg fínt fyri fíggjarveitingina. Av tí, at barnagarðurin er so gamal, so krevur hann kanska eitt sindur meira í viðlíkahaldi enn aðrir barnagarðar, men sigur Louisa, at hetta er ikki nakar trupulleiki.
-? Vit gera eitt sindur hvørt árið, og um tú brúkar peningin á ein skilagóðan hátt, so er ikki nakar trupulleiki at viðlíkahalda ein gamlan barnagarð. Einasti vansin er, at vit hava ikki ráð til avloysarar, men tað hava vit sum so ongantíð havt. Men um vit skulu hava avloysarar fyri tær longu sjúkralegurnar, so kunnu vit søkja um at fáa endurgjald frá kommununi, og haðani kunnu vit so fáa 70% afturgoldið, greiðir Louisa Smetz frá.
Men higartil hava ongir trupulleikar stungið seg upp viðvíkjandi eindargjaldinum, so á Sankta Josefs Barnagarði í Havn eru tey væl nøgd.