Einastu greipuvinnararnir

Smádreingirnir hjá B36 syftu allari mótstøðu í árinum, sum fór

Fótbóltur

Eingin ivi tykist vera um, at B36 í verandi smádreingjaárgangi hevur eitt gylt ættarlið av fótbóltsspælarum.
Í ár var liðið tað einasta í dreingjarøðunum, sum vann greipuna, og bara tað í sjálvum sær er sum vera man eitt úrslit, sum elvir til stoltleika í felagnum.
Og stoltleikin gjørdist neyvan minni av, at bæði B- og C-liðið eisini gjørdu um seg í árinum.
B-liðið vann sín økisbólk, meðan C-liðið vann kappingina á hálvum vølli, so alt í alt gjørdist talan um gull úr enda í annan hjá smádreingjunum.
Venjari hjá liðunum var í ár Milan Cimburovic, sum eisini er høvuðsvenjari fyri yngru deildirnar hjá B36.