Einasti vardi verkstaður í Suðuroy

Vardi verkstaðurin í Vági hevur nú eina fjórðingsøld á baki, og í morgin verður skipað fyri almennari móttøku.

Tað er í morgin, mánadagin 3. november frá klokkan 15-18, at almenn móttøka verður á Verkstaðnum inni á Bakka í Vági.

 

Vardi verkstaðurin hevur nú eina fjórðingsøld á baki, og tað er í hesum sambandi, at skipað verður fyri almennu móttøkuni.

 

Á Verkstaðnum inni á Bakka eru ítrivsdeild, timburdeild, málistova og fimleikarhøll. Her er eisini stór terrassa, sum brúkarar og starvsfólk hava stóra gleði av, tá veðrið er gott.

 

Ein lítil sølubúð hoyrir til verkstaðið, og hon er opin, tá verkstaðið er opið.

 

Í løtuni eru 15 brúkarar á verkstaðnum. Hetta eru fólk við ymiskum førleikum, og soleiðis bæði fólk við menningartarni, sálarliga sjúk og fólk, ið bera likamlig brek.

 

Hetta er einasti stovnur av sínum slag í Suðuroy, og brúkararnir eru millum 18 og 67 ár.