TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við verjuskansan hjá NSÍ, Einar Tróndargjógv, aftaná samlaða 2-0 hálvfinalusigurin hjá NSÍ ímóti HB, sum staðfesti, at NSÍ er í finaluni um løgmanssteypið fyri fyrstu ferð í 11 ár.
Einar er tann einasti av dagsins hópi, sum var partur av hópinum til finaluna í 2004, tá NSÍ tapti 1-3 ímóti júst HB. Nú gleðir Einar seg til enn eina finalu, har hann hálvgum lovar, at Víkingur skal ikki fáa lætt spæl í finaluni. Víkingur hevur annars vunnið 5-1 og 4-2 á NSÍ í effodeildini í ár.
(Mynd: nsi.fo)