Einastandandi upplestur og skaldsøga

Tað hevur verið hugaligt og stimbrandi at hoyrt upplesturin hjá Páll Danielsen av skaldsøguni hjá Oddvør Johansen ? »Tá ið eg havi málað summarhúsið«.

Og tað er ikki minni hugaligt og stimbrandi at aðrir høvundar nú eisini eru farnir at lýsa samtíðina, sum Oddvør hevur gjørt í hesi nýggju skaldsøguni so frálíka væl.
Sjálvur havi eg roynt at skriva frá mínum sjónarhorni og gav í 1989 stuttsøgusavnið »Einaferð« út, og nerti við nakrar tættir frá tíðini tá, sum Oddvør eisini hevur hegnisliga lýst í síni nýggju skaldsøgu. Tað var ein roynd hjá mær í 1989 at geva lesaranum nakað annað og øðrvísi tá, og nú síggi eg eftir at hava hoyrt skaldsøguna hjá Oddvør Johansen, at henda royndin var ikki til fánýtis.
Og nú er so bara at vóna at uppaftur yngri høvundar fara at skriva, tí hevur tað verið nógv at skriva um ? tað er neyvan minni nú! Hugsi um alla hesa nýggju tøknina, ið komin er fram seinnu árini, við øllum møguleikunum á bæði einum og øðrum øki, sum skaldskapurin ikki enn hevur gjørt nakað við!