Tór Verland Johansen
????
Á pappírinum var tað klaverspælarin og komponisturin Ludwig van Beethoven (1770-1827), ið varð settur í hásætið, tá ið Føroya Symfoniorkestur hevði konsert í Norðurlanda-húsinum sunnudagin 31. oktober. Men tá avtornaði var tað serstakliga Jóhannes Andreasen, umframt Bernharður Wilkinson og Føroya Symfoniorkestur, sum stjól stórsta partin av myndini
Við ouverturuni til syrgileikin "Egmont" eftir Goethe, Op. 84, fekk Føroya Symfoniorkestur eina sera góða byrjan. Spælið var neyvt, intonatiónin serstakliga góð og við Bernharði á odda gjørdist over-turan ógvuliga dynamisk og fjølbroytt. Tað boðaði avgjørt frá góðum.
Jóhannes Andreasen í heimsklassa
Næst á skránni var klaver-konsert nr. 1, Op. 15, ið Beethoven skrivaði sum 25 ára gamal. Í veruleikanum var tað sum pianistur og ikki sum tónaskald, at Beethoven av fyrstan tíð gjørdist gitin. Av góðum orsøkum eru ongar upptøkur av sjálvum Beet-hov-en, men torført er at ímynda sær, at hann kann hava gjørt tað nógv betur enn okkara Jóhannes Andreasen.
Tað virtuosa og kensluborna spælið, sum Jóhannes borðreiddi við, bergtók fólkið so mikið, at longu eftir fyrsta sats byrjaðu summi spontant at klappa - sum um tey júst høvdu verið vitni til eina mega feita jazzsolo, ið bara mátti rósast her og nú. Tað stóð óiva á hjá nógvum av teimum, ið vita at tað er "fy-fy" at klappa, áðrenn allir satsir eru spældir, tí tað var veruliga einastandandi spæl. Fólk sótu sum á nálum.
Tað vóru nevnliga ikki bara samanhangandi tónar, men veruligur tónleikur, sum floymdi úr stóra flygilinum. Jóhannes var eitt við flygilið - eins og orkestrið og Jóhannes vóru ein eind. Serstakliga var tað vakurt at hoyra, hvussu væl bassurin á flygilinum og fagottin fylgdust. Sum var tað sami persónur, ið spældi á bæði ljóðførini.
Eftir at Bernharður hegnisliga hevði vent sær ímóti áhoyrarunum og við einari lættari og høfligari rørslu hevði givið teimum tekin um, at Jóhannes og orkestrið ikki skuldi fagnast - enn, varð skjøtul settur á næsta satsin. Í tí stilla largo, sum gongur í tí torføra As-dur, var tað ein fragd at hoyra hvussu væl orkestrið megnaði at fylgja Jóhannesi. Av og á fekk ein ein feril av, hvussu krevjandi tað er hjá einum dirigenti at fáa orkestri í hesum seina tempo at leggja seg heilt tætt at spælinum hjá solistinum, men við tí neyva og dugnaliga Bernharði sum bindiliði, eydnaðist tað avbera væl.
Triði og seinasti satsur var sum tann fyrsti: Stutt og greitt, heilt einastandandi! Meðan orkestrið orkumikið og dynamiskt dundraði, dansaðu fingrarnir hjá Jóhannesi upp og niður á klaveriaturinum, og góvu áhoyrarunum eina kenslu av, at hesin maður hevði eina rúgvu av yvirskoti. Sum var tað tað lættasta í verðini, ja sum um hann bara stuttleikaði sær saman við Beethoven. Og óivað gjørdi hann tað. Í øllum førum var tað sera hugtakandi at uppliva og hoyra, at vit her á okkara klettum hava ein virtous í heimsklassa! Ótrúligt!
Symfoni nr. 5 í c-moll, Op. 67
Eftir steðgin var lagnusymfoniin á skránni. Tað var við eini undarligari kenslu at farið var inn aftur í salin. Vónirnar eftir fyrru helvt vóru í hæddini, men samstundis var tað eitt iva-mál um nú eisini orkestrið - uttan Jóhannes Andreasen - einsamalt kundi halda tað einastandandi høga støðið.
Óneyðugt var at stúra. Tað kundi - og gjørdi - tað! Tað var deiligt at hoyra og síggja Føroya Symfoniorkestur spæla hesa kendu og krevjandi symfoni.
Tað sigst, at teir fýra fyrstu tónarnir - da da da daaaam - er lagnan, ið bankar uppá dyrnar. Men eisini verður sagt, at hesir tónar boða frá nýggjum mátti og nýggjum degi. Soleiðis sýntist tað, tá ið orkestrið við Bernharði sum skipara, meistarliga gav áhoyrarunum krás fyri oyra.
Kontrabassarnir og cello?irnar løgdu djúpar lunnar undir, og við fyrstu violinunum á odda struku allir strúkararnir lætt avstað fyri síðan at venda aftur til buldur og brak saman við paukum og træ- og messingblásarunum.
Mitt í øllum rokanum ein orkumikil Bernharður, ið við ótrúligum akrobatiskum rørslum stjórnaði, so tað stóð eftir. Stundum var hann sum ein risi á at líta og aðra tíðir sum ein lítil mús. Tað er einki at ivast í, at Berharður eigur ein stóran part av æruna av, at Føroya Symfoniorkestur hevur fingið nýggjan mátt og nýggja megi.
Besta konsertin higartil
Samanumtikið var tað í allar mátar ein framúr góð konsert. Hóast tað er vorið so væl umtókt at geva stjørnur til ditt og datt, vil eg ikki gera tað. Men um eg skuldi gjørt tað, so hevði eg nokk givið seks stjørnur av seks møguligum. Orsøkin er einføld: 53. konsertin hjá Føroya Symfoniorkestur var møguliga tann allar besta hjá orkestrinum nakrantíð. Ella kanska rættari: Besta higartil. Spennandi verður nevnliga at hoyra, hvat liggur fyri framman.
?????
UM konsertina:
Ísak Sambleben:
- Góð konsert! Serstakliga varð eg yvirraskaður yvir klaverkonsertina! Jóhannes spældi heilt fantastiskt!
- Tá lagnusymfoniin varð spæld, merkti man, at orkestrið spældi seg heitari og heitari fyri síðan at enda við einum braki í tí stóru finaluni.
Heri Joensen og Sigrid Dalsgaard:
- Einastandandi konsert! Fimta symfoniin hjá Beethoven er eitt sera kraftmikið verk, og tað eydnaðist ómetaliga væl hjá orkestrinum at bera fram hesa orku.
Tað var ikki bert Beethoven, men eisini Jóhannes Andreassen, sum fingu Hera og Sigrid at fara til konsert.
- Tað er stutt síðan at vit fluttu heim aftur til Føroyar, so vit hava ikki verið fastir áhoyrarar hjá Føroyar Symfoniorkestri, men eftir konsertina í dag er eingin ivi um at vit fara aftur.
Magnus Pauli Magnussen:
? Tað var eitt stór upplivilsi! Serliga tann seinasti satsurin var fantastiskur!
Magnus Pauli er ikki uppvaksin við klassiskum tónleiki, men síðan sonurin (Dávur Magnussen, red.) fór at spæla við Føroya Symfoniorkestri, er hann javnan áhoyrari til konsertirnar:
? Sonur mín plagar at flenna at mær, tí eg havi ikki forstand uppá tað.
Magnus Pauli leggur afturat, at tað er musikkskúlanum fyri at takka, at tað yvirhøvur er eitt Føroya Symfoniorkestur og fýlist í hesum sambandi á forstáilsi fyri tónleikinum:
? Tá ið pengar skulu sparast, so gongur tað útyvir tónleikin. Tað er stórt spell, tí tað tekur langa tíð at byggja upp, men onga tíð at bróta niður.