Einasta reyða dagblað gevst

Danska blaðið Arbeiðarin gevst nú við síni prentaðu útgávu, sum er komin á prenti í meira enn 40 ár.

Blaðið Arbeiðarin gevst nú við síni útgávu, sum er komin á prenti í meira enn 40 ár. Blaðið byrjaði sum mánaðarblað í 1978 og gjørdist dagblað, sum danir rópa tað, í 1982.

 

- Gjøgnum fleiri ár hava vit upplivað, at miðlastuðulin er skerdur, samstundis sum útreiðslurnar til útbering eru nógv øktar, skrivar ábyrgdarblaðstjórin, Birthe Sørensen, á heimasíðuni hjá blaðnum.

 

Hon sigur, at broytta miðlalandslagið eisini hevur rakt Arbeiðaran og merkir, at tað er vorðið truplari hjá teimum at selja haldaragjøld til pappírsútgávuna.

 

- Við verandi gongd er fíggjarliga støðan trýst og hevur gjørt tað trupult hjá okkum at varðveita eina nøktandi dygd á pappírsútgávuni. Tí hava vit nú valt at leggja alla okkara orku í netsíðuna, sigur Birthe Sørensen.

 

Arbeiðarin hevur í nógv ár verið útgivin av Kommunistisk Parti og hevur, sum tey sjálvi siga, verið einasta reyða dagblað í Danmark og ein týdningarmikil mótvekt til pressuna annars.