Einasta loysn er nólsoyingar fáa nýggja ferju

Men tað verður ikki nú, tí tey finna onga, brúkta ferju, sum kann brúkast

– Vit gera tað vit kunnu - við teimum skipum, vit hava. Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Tað er nólsoyarsiglingina, hann sipar til, tí har hevur tað gingið illa at røkja ferðasambamdið. Og í Løgtinginum í morgun vildi Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá landsstýrismanninum, hvat ætlanin er at gera við støðuna, sum er rættiliga ótolandi.

Jørgen Niclasen staðfestur, at hóast trupulleikarnir hava verið stórir, hevur tað kortini eydnast at hava eitt ávíst samband.

Hann sigur, at Strandferðslan hevur leitað eftir brúktum ferjum á marknaðinum. Hann sigur, at tað eru fleiri ferjur til sølu, men trupulleikin er, at tær lúka ikki krøvini frá myndugleikunum á sjóvinnuøkinum, til at sigla ímillum Nólsoynna og Havnina.

Hann sigur, at Ternan, sum røkir siglingina, hevur roynst væl. Hon er á beding nú, men hon verður liðug um ikki so langa tíð. Aðrir tinglimir vistu at siga, at Ternan verður liðug á páskum og tá verður hon sett aftur í sigling til Nólsoyar.

– Eg eri harmur um støðuna, men vit gera tað, vit kunnu – við teimum skipum, vit hava, sigur landsstýrismaðurin.

Men hann staðfestir samstundis, at støðan er ikki nøktandi. Tí heldur hann, at tað verður neyðugt við nýggjum skipi, tí tað er tann einasta, varandi loysnin. Annars minnir hann á, at tað var klárt at byggja nýggja nólsoyarferju fyri nøkrum árum síðanu, men undanfarna samgonga slepti ætlanini og tí er skilið sum tað er.

Jørgen Niclasen vísir eisini á, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, hevur biðið um fund um støðuna. Og hann leggur dent á, at er støðan tann, at Tórshavnar Kommuna er sinnað at yvirtaka nólsoyarsiglingina, er hann meiri enn sinnaðir at fara í samráðingar um tað.