Í Iran hevur Mahmoud Ahmadinejad, forseti, koyrt ta einastu kvinnuna úr stjórnini, tí hon hevði funnist at nøkrum av hinum ráðharrunum.
Marzieh Vahid Dastjerdi, heilsumálaráðharri, fekk sekkin, tí hon fýltist á, at aðrir ráðharrar sýttu fyri at brúka pengar til at keypa týðandi heilivág úr øðrum londum fyri.
-Heilivágur hevur størri týdning enn breyð. Eg havi frætt, at vit hava innflutt marglætisbilar við dollarastuðuli, men eg veit ikki, hvat er vorðið av teimum dollarunum, sum skuldu brúkast til at innflyta heilivág fyri, segði Dastjede í einari sjónvarpssamrøðu herfyri.
Dastjerdi, sum er serlækni í kvinnusjúkum, hevur verið ráðharri síðani 2009, og hon er tann fyrsti kvinnuligi ráðharrin í Iran síðani ta islamsku kollveltingina í 1979. Politiskt er hon konservativ, men hon hevur eisini talað fyri, at kvinnur eina at hava ein størri leiklut í samfelagslívinum.