Tað hevur stóran týdning at varðveita hvalastøðina við Áir, tí hon er so sera sjálsom.
Ein nevnd hevur latið álit til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í Mentanarmálum, um hvalastøðina við Áir.
Andras Mortensen frá Søvnum Landsins hevur verið formaður í nevndini, og tað var hann, sum greiddi frá álitinum á tíðindafundi í Mentamálaráðnum í morgun.
Hann segði, at tað fer at kosta 7,6 milliónir krónur at gera bráfangis umvælingar, so gongd kann fáast á. Tað inniber ger av einum móttøkubygningi við kiosk ella kaffisølu.
Hvalastøðin við Áir hevur fingið játtað pening í 2010, 2011 og 2012, tvær milliónir krónur um árið, og av teimum pengunum eru 3,2 millliónir krónur eftir.
Bjørn Kalsø heldur, at álitið er áhugavert, og at tað væl letur seg gera at føra ætlanirnar út í lívið við hjálp frá vinnulívinum ella frá útlendskum íleggjarum.
Tað skal so ikki enda í onkrari skuffu við mínum góða vilja, sigur landsstýrismaðurin.
Hvussu skjótt farast kann í gongd kom ikki greitt fram á fundinum, men sum skilst er einki at bíða við.