Í altjóða smakkikapping fyri hágóðsku GIN, ´London dry Gin´, hevur Einar's Gin vunnið Gull.
– Síðani 2015 hava vit á Einar's Distillery lagt nógva orku í góðsku og røttu samansetingina av vistfrøðiligum urtum til Einar's GIN, skrivar Einar's Distillery.
Einar's Gin fekk í blindsmakkingini besta skotsmál, »GULL«, frá smakkidómarunum fyri – góðsku og smakk.
– Hettar er sera hugaligt við einum herðaklappi, siga starvsfólkini á Einar's Distillery, ið hvønn dag stremba eftir at gera GIN í heimsklassa.