- Einaræðisleiðarar leita saman, meira og meira. Teir stuðla hvørjum øðrum á ein hátt, vit ikki hava sæð áður.
Tað sigur Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á vitjan í kanadiska høvuðsstaðnum, Ottawa.
Útsagnirnar hjá aðalskrivaranum koma í kjalarvørrinum av, at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur verið á vitjan í Norðurkorea, har hann hevur hitt einaræðisharran, Kim Jong-un.
Teir hava boðað frá einari nýggjari, umfatandi hernaðarligari samstarvsavtalu, men innihaldið í avtaluni er ikki almannakunngjørt.
- Tá einaræðisstjórnir sum Norðurkorea, Kina, Iran og Russland leita saman, er tað enn týdningarmiklari, at vit standa saman, sigur Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari á vitjan í Kanada.
Tað er eitt nú norska Dagbladet, sum endurgevur Nato-aðalskrivaran úr Kanada í morgun.