Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, er rættiliga fortørnaður um, at Pál Weihe, formaður í Fyribyrgingarráðnum, ber fram falskar pástandir í fjølmiðlunum Í sambandi við spurningin um at økja punktgjaldið á eitt nú sodavatni, hevur formaðurin í Fyribyrgingarráðnum, Pál Weihe, úttalað seg í fjølmiðlunum um, at eisini tað sukurfría sodavatnið er vandamikið, orsakað av evninum, sum latið verður í ístaðin fyri sukur.
Men Einar Waag heldur lítið um hesar ávaringar, sum hann skýrir beinleiðis falskar.
- Pál Weihe vísir ? sambært hansara egna munni ? til eina italska kanning frá 2005. Men hendan kanning er síðani væl og virðiliga mótprógvað av bæði evropeisku og donsku matvørumyndugleikunum, og sukurfría sodavatnið er fullkomiliga blástemplað, sigur Einar Waag.
Hann vísir millum annað til eina frágreiðing, sum finst á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen, har evnið Aspartam, ið er evnið, sum verður nýtt í staðin fyri sukur í sodavatni, verður fríkent.
Tað undrar eisini Einar Waag, at talan yvirhøvur er um at leggja størri punkgjald á sodavatn, og hann spyr, um politikarar hava gloymt, at MVG í sínari tíð varð innført júst fyri at sleppa undan punktgjøldum á vørurnar.
Einar Waag er ógvuliga bersøgin, tá hann úttalar seg um tað, Pál Weihe hevur sagt í fjølmiðlunum.
- Tá ein slíkur autoritetur kemur við so ódokumenteraðum pástandum, so má eg spyrja meg sjálvan, um líka lítið skil er í øllum øðrum, hann fæst við, sigur Einar Waag við Portalin.










