Einar Waag 60 ár

Í dag, hósdagin 1. februar, verður Einar Waag í Klaksvík 60 ár. Einar hevur nógvu tey seinastu árini verið stjóri í Førya Bjór bryggjarínum.

                      Einar er klaksvíkingur. Pápin, Einar Fróvin Waag, var fjórði elstur av teimum átta børnunum hjá Símuni í Tunghúsinum í Vági. Mamman, Anna Malena fødd Joensen, var ættað úr Sørvági. Tey búðu á Fornagørðum, har Føroya Bjór varð næsti granni hjá Einari. Inntil fyri ikki so mongum árum síðani var skrivstovan í niðaru hæddini í sethúsunum.
                      Anna Malena og Einar fingu tveir synir – Einar (1947) og Heini (1949). Teir búgva báðir í Klaksvík, og teir arbeiða báðir í Føroya Bjór.
                      Einar Waag navnið og Føroya Bjór eru tætt knýtt hvørt at øðrum. Tað var í 1888, at Símun Hansen, Símun í Tunghúsinum, fór at bryggja. Einki er tó at liggja omaná, at tað var sonurin, Einar Waag, sum við stríðsvilja, áræði, toli og tevi rættuliga legði lunnar undir Føroya Bjór. Í 1953 varð bryggjaríið bygt á Fornagørðum, og síðani hevur fleiri ferðir verið bygt út og víðkað.
                      60 ára føðingardagsbarnið leyk studentsprógv í Høng í 1968. Hann varð síðani útbúgvin bryggimeistari í München. Meðan hann var undir útbúgving, var hann eitt skifti í starvslæru hjá Sofus Fuglsang í Haderslev.
                      Í 1970, tá ið hann var 23 ára gamalur, kom Einar aftur til Klaksvíkar, har hann síðani hevur arbeitt. Tá hevði eingin bryggjari verið í føstum starvi á Føroya Bjór, síðani Jørgensen flutti úr Klaksvík í 1966. Onkrir avloysarar høvdu verið styttri skifti. Eitt nú ein norðmaður og ein týskari.
Einar er stjóri, og Heini er varastjóri í familjufyritøkuni, sum eigur væl størsta partin av øl og sodavatnsmarknaðinum í Føroyum. Merkisvert og sjáldsamt er tað, at hóast Føroya Bjór er 119 ára gamalt, so er tað ikki meiri enn triðja ættarliðið, sum nú hevur um stýrisvølin.
Eftir at Einar var komin aftur til Klaksvíkar, fóru teir á Føroya Bjór undir stóra útbygging. Í 1975 stóð bryggjhúsið við stóru vindeygunum oman móti vánni liðugt. Tá var kapasiteturin fýra faldaður – úr 25 hektolitrum og upp í 100 hektolitrar. Síðani hava fleiri útbyggingar verið, og ikki minst í tí tøknfrøðiliga hevur menningin verið framúr stór.
Tað kann ikki annað sigast enn, at trivnaðurin hevur verið góður millum teirra, sum hava starvast hjá Føroya Bjór og Einari Waag. Fleiri av starvsfólkunum hava verið í starvi har í meiri enn fjøruti ár, og onkur hevur verið har í fimmti ár. Eisini mest sum øll, sum hava havt ábyrgdina av teimum fýra goymslunum, sum Føroya Bjór hevur í Leirvík, Tórshavn, Skálavík og á Tvøroyri, hava tey verið leingi í starvi, áðrenn yngra ættarliðið hevur loyst tey eldru av.
Pápin, Einar Fróvin Waag, var tiltikin áhugaður í politikki. Hann var íðin javnaðarmaður og var eisini løgtingsmaður. Einar Waag hevur ongantíð verið uppi í flokspolitikki. At hann er áhugaður í samfelagsviðurskiftum og fylgir væl við í tí, sum gongur fyri seg, hevur hann fleiri ferðir givið til kennar, tá ið hann hevur úttalað seg um lógarsmíð og tiltøk, sum hava ávirkað umstøðurnar hjá vinnuni og sjálvandi fyrst og fremst bryggjaríunum.
Einar hevur verið í fleiri nevndum. Eitt nú hevur hann verið í nevndini fyri seym og galvaniseringsvirkið Rógv á Skarðhamri, sum hann átti saman við øðrum, í nevndini fyri Smyril Line, í Føroya Ídnaðarfelag og í Føroyagrunninum.
Einar og teir eiga størsta partin av Akursmørkini, teir hava seyð og ross, og Einari hevur dámað væl at skotið harur.
1. juni í 1974 giftist Einar Elisu fødd Holm og ættað úr Tórshavn. Tey búgva á Kjalarvegi. Tey eiga eina dóttur, Annika, sum býr niðri. Hon eigur eina dóttur, sum eitur Elisa.
60 ára føðingardagin heldur Einar í morgin, friggjadagin 2. februar ella kyndilsmessudag, tá ið tað verður móttøka í Skálanum klokkan 17-20.                      <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$J